Visit Faroe Islands hevur fyrrapartin lagt fram eina menningarætlan fyri føroysku ferðavinnuna fram til 2025.
Høvuðsmálini fyri føroysku ferðavinnuna skulu vera at náa 1,5 milliardir krónur í umsetningi innan 2025, at 90 prosent av ferðafólkunum skulu taka undir við hugtakinum, at Føroyar eru órørdar og óspiltar og at 80 prosent av føroyingum skulu taka undir við, at ferðavinnan er jalig fyri Føroyar.
Síðani er menningarætlanin býtt í fýra hornasteinar. Fyrsti hornasteinurin er, at vit skulu fara eftir góðsku heldur enn nøgd, næsti er at ferðavinnan skal vera um alt landið, alt árið, triði hornasteinurin er at skipa fyri førleikamenning í ferðavinnuni og tann fjórði at fáa ein nýggjan lógarkarm fyri ferðavinnuna.
Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari hjá Visit Faroe Islands sigur, at Føroyar hava ikki ráð til hópferðavinnu, sum vit kanna hana aðrastaðni frá. Tí er eitt av tilmælunum hjá Visit Faroe Islands, at vit skulu avmarka talið á cruiseskipum, sum koma til Føroya.
- Hetta tykist kanska sum ein andsøgn, tí cruisevinnan er skjótast vaksandi ferðavinnan í heiminum. Nýggj skip verða bíløgd alla tíðina, og tey gerast bara størri og størri, sigur hann.
Í fjør komu helvtin av øllum ferðafólkunum, sum vitjaðu í Føroyum, við cruiseskipunum. Líkt er til, at talið verður á ferðandi verður væl hægri í ár, tí 50 prosent fleiri cruiseskip koma til Føroya í ár enn í fjør. Í fjør vitjaðu 42 cruiseskip í Føroyum, meðan 64 skip hava bílagt pláss í ár.
- Vit skulu gerast meiri selektiv um hvørji skip vit ynskja. Hetta merkir, at vit skulu seta eitt hámark fyri, hvussu stór skipini skulu vera. Afturat tí skulu vit eisini áleggja cruiseferðafólkum at rinda sama ferðafólkaavgjald sum onnur ferðafólk gera í dag, segði Jóhan Pauli Helgason í framløgu síni.
Niðanfyri eru myndir frá tiltakinum í Norðurlandahúsinum.