Higartil hevur Reyði Krossur í Føroyum savnað 462.000 kr. til neyðhjálp í Haiti. Men ynskið er at savnað nógv meira. Við endamálið at kveikja undir nýggj hugskot til innsavnan av peningi hevur Reyði Krossur tí boðið til fundar í hølunum hjá felagsskapinum í Vágsbotni.
Fundurin verður hildin hóskvøldið klokkan 19.30, og øll eru vælkomin at geva sítt íkast til hetta, sigur Reyði Krossur í skrivi.










