Ynskja felags norðurlendska sangbók

Útnorðurráðið hevur seinastu dagarnar havt ársfund sín í Altinginum í Reykjavík. Í Útnorðurráðnum, sum skal virka fyri felags áhugamálum hjá Íslandi, Føroyum og Grønlandi, sita umboð fyri tjóðartingini í teimum trimum londunum.

 

Føroysku umboðini í Útnorðurráðnum eru Kári P. Højgaard, sum nú hevur tikið við sum formaður í Norðurlandaráðnum til næsta ársfund, sum verður í Løgtinginum komandi ár, Jørgen Niclasen, Bjørt Samuelsen, Joen Magnus Rasmussen, Magni Laksáfoss og Bill Justinussen.

 

Tríggjar yvirlýsingar ella áheitanir vóru samtyktar á fundinum.

 

Fyrst ynskir Útnorðurráðið, at trupulleikin við mikroplasti í norðuratlantshavinum verður kannaður nærri. Útnorðurráðið vísir á, at londini í stóran mun liva av tí, sum í havinum er, og tí er tað okkara skylda at varðveita havið. Útnorðurráðið heitir tí á tingini í teimum trimum londunum um at virka fyri at minka um nýtsluna av mikroplasti, bæði hjá sær sjálvum og í altjóða høpi.

 

Onnur yvirlýsingin snýr seg eisini um havið. Her heitir Útnorðurráðið á myndugleikarnar í tjóðunum um at økja um samstarvið innan útbúgvingar knýttar at havinum. 

 

Útnorðurráðið heitir eisini á limalondini um at seta eina nevnd av mentanarfólkum á uppgávuna at gera eina felags norðurlendska sangbók.