Ákæruvaldið heldur, at tað skal kosta 27 ára gamla og 30 ára gamla manninum yvir tvey ára fongsulsrevsing av hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum í juli í fjør. Ein myndaeyðmerking og trý DNA-spor eru høvuðsprógvini.
Føroya rættur hevur í gjár og í dag viðgjørt málið um eldsbrunan á Tinghúsvegnum 20. juli í fjør, tá AA-húsini brunnu í grund.
Átta vitni eru avhoyrd í málinum, umframt teir báðar ákærdu og tað er greitt, at høvuðsprógvini hjá ákæruvaldinum eru eitt vitni, sum sigur seg kenna annan mannin aftur og DNA-prógv frá AA-húsinum.
Eitt vitni greiddi frá, at tá hon var á veg heim hetta kvøldið, niðan eftir Niels Finsens Gøtu, møtti hon tveimum monnum, sum komu rennandi frá undir Pisuvarða, tá hon var komin til Sjónleikarahúsið. Hon helt, at tað sá út, sum teir høvdu gjørt okkurt, sum teir komu rennandi, men brádliga steðgaðu teir á og lótu sum einki.
Løgreglan avhoyrdi hana eisini og seinni møtti hon á løgreglustøðini. Har vísti løgreglan henni myndir av nøkrum monnum, og hon peikaði á ein av teimum, sum hon við vissu metti vera annar maðurin.
Løgreglan fann eisini ein blóðdropa og tvey DNA-spor á økinum rundan um húsini. Blóðdropin var á einum spaka, sum stóð í einum skúri við húsið, meðan DNA-sporini vóru á einum kufferti, sum lá undir einum vindeyga. Kanningar úr Danmark staðfestu, at hetta vóru spor eftir annan av ákærdu monnunum.
Ákæruvaldið bað dómaran um at døma tann 30 ára gamla tvey ára fongsulsrevsing fyri eldsbrunan. Her eru sjey mánaðir frá einum gomlum dómi fyri eitt innbrot eisini íroknaðir.
27 ára gamli skal fáa tvey ár og tríggjar mánaðir fongsulsrevsing, íroknað sjey mánaðir fyri harðskap og írestandi dómar, sigur ákæruvaldið.
Teir báðir menninir, sum eru ákærdir fyri at hava sett eld á AA-húsini á Tinghúsvegnum 20. juli í fjør minnast lítið frá kvøldinum. Teir nokta seg kortini sekar og minnast einki til, at teir skulu hava verið á Tinghúsvegnum hetta kvøldið.
Teir báðir menninir, 27 og 30 ára gamlir, eru ákærdir fyri í felag at hava brotið inn í AA-húsini á Tinghúsvegnum og at hava sett eld á tey í tveimum støðum. Skaðin á húsini verður mettur at verða verdur 1,7 milliónir krónur.
Verjarnir hjá teimum báðum ákærdu vilja tó vera við, at hetta als ikki eru haldgóð prógv fyri at døma teir báðar menninar.
Í fyrsta lagi meta teir ikki, at ákæruvaldið hevur megnað at prógva, at eldurin við vissu var ásettur. Hetta er grundarlagið undir yvirhøvur at byrja eitt revsimál og skal prógvast til fulnar, meintu teir. Teir vístu á, at meðan frágreiðingarnar hjá brunaserfrøðingum vístu á, at tað var mangt sum bendi á ella kundi týtt upp á, so vóru ongar ivaleysar niðurstøður í frágreiðingini. Einasta haldgóða niðurstøðan var, at eingi brennievni av nøkrum slag vóru brúkt til at kynda eldin við. Og hetta heftu verjarnir seg eisini við, at tað skal nógv til fyri at seta eld á eini hús, um ein ikki hevur bensin ella líknandi at hjálpa sær við.
Verjarnir vístu eisini á, at vitni ikki kendi annan mannin aftur á myndunum, men at hon hevði peikað á tríggjar aðrar menn, sum hon helt kundu vera teir seku. Teir vístu eisini á, at hóast DNA-prógv verða hálovað sum endalig prógv, so hevur Landsrætturin staðfest, at DNA-prógv í sjálvum sær ikki er nokk til at døma ein persón. Onnur prógv mugu eisini til.
Verjarnir meta, at ákæruvaldið hvørki hevur prógvað, at eldurin var ásettur, at tað vóru teir báðir ákærdu, sum settu eld á ella at ákærdu yvirhøvur hava verið yviri á Tinghúsvegnum hetta kvøldið. Tí krevja báðir, at ákærdu menninir verða fríkendir fyri ákærurnar um eldsbrunan.
Teir báðir ákærdu eru annars gamlir kenningar hjá løgregluni. Teir hava fleiri gamlar dómar fyri innbrot og herverk áður.
Báðir siga tó, at tað er ein farin tíð.
- Tað gongur bara galið, tá eg drekki, og tí havi eg valt at leggja av. Eg havi verið edrúur í tveir mánaðir, segði annar teirra, meðan hin hevur verið edrúur í út við eitt hálvt ár.