Miðflokkurin hevur verið í samgongu við bæði Anfinni Kallsberg og Jóannesi Eidesgaard, og okkara royndir við teimum sum leiðarum eru góðar. Teir dugdu væl at skipa samstarvið.
Nú teir gevast er spurningurin, hvussu flokkarnir hjá teimum fara at broytast. Eg vóni, at Javnaðarflokkurin verður meira stabilur sum flokkur, og at hann finnur aftur á slóðina sum ein sosialur flokkur. Jóannes Eidesgaard hevur orðið í síni makt, og hann hevur pondus, men tann sosiali profilurin hjá flokkinum hevur verið burtur í nógv ár, og onkuntíð hava vit ivast í, um Eidesgaard hevur verið í rætta flokki. Á tí økinum hevur hann ikki verið góður fyri Javnaðarflokkin, og eg vóni, at flokkurin við nýggjari leiðslu aftur verður ein sosialur flokkur, sum Miðflokkurin kundi havt nógv natúrligt samstarv við.
Fólkaflokkurin við Anfinni Kallsberg hevur hinvegin verið ein sera stabilur flokkur. Hóast tey stundum liggja langt frá okkara politikki, so hava tey havt ein greiðan politikk, sum tey hava hildið fast um, og tí vita vit, hvar vit hava havt Fólkaflokkin. Avbjóðingin hjá Fólkaflokkinum verður at halda fast um tann stabilitetin.
Tað verður eisini ein avbjóðing fyri Jørgen Niclasen veruliga at finna síni bein sum formaður. Tað hevur verið ov nógv fjant og fjas, og eg sakni nakrar ordiliga politiskar røður á løgtingi, so vit vita, hvørjar ætlaninar hjá Fólkaflokkinum eru.