Reyði tráðurin í fullveldisargumentatiónini hevur verið og vísir seg tíverri framvegis at vera, at ein objektiv sannheit er til ? teirra -, og so fella øll onnur í partapolitiskar skotgrøvir, eru ósaklig ella ikki óheft.
Sjónarmið eru so ymisk, og ilt er at síggja, at persónar, sum illteinkja øllum øðrum fyri at ganga ørindi fyri ávís politisk áhugamál, skulu verða tað besta referansupunktið fyri óheftni. Gamalt er, at tjóvur trýr hvør maður stjelur.
Vit hava í hesari samgonguni verið vitni til eitt sera ódámligt átak, har skattaborgarans peningur varð nýttur til eina politiskt heftari heimasíðu, har orð sum avtalubrot vóru slongd eftir donsku stjórnini. Tá man kemur við sokallaðari óheftari informatión frá landstýrinum, ið ikki strengt heldur seg til tað faktuella og ikki ekskluderar politiskar greinar av ymsum slag, so er man á einum demokratiskum glíðibana. Tá so somu kreftir leypa upp, hvørja onkur fjølmiðil ikki júst syngur úr fullveldissangbókini, sum vit sóu tað, tá SVF hevði samrøðu við ein politikara í samband við eitt mál í uttanlandsnevndini, so átti tað at verið enn størri orsøk at stúrsa við dikteringstrongdini, ið tykist gera seg galdandi.
Tað er ikki meiningsmonopol í Føroyum, og má fullveldisvongurin venja seg við, at hóast teir halda seg hava rætt, so mugu aðrar meiningar respekterast. Tað áhugaverda við fullveldisdebattini er, at nú byrja tey praktisku tingini at koma á borðið, har man áðrenn hevur ligið í ævigum orðklúgvaríið um fólkarætt og annað, og hevur ikki sæð skógin fyri berum trøum.
Persónar eru so ymiskir, og soleiðis eru bløð eisini ymisk. Vit skulu ikki ákæra nakran fyri ikki at vera óheftan. Summi halda, at fíggjarlógin, pensiónsmálið, privatiseringar og standurin í fiskivinnuni eru stórtíðindi, og aðrir meina reint objektivt við sínari journalistisku ekspertisu, at tað er stórtíðindi fyri Føroya land, at eitt lokalfelag hjá Sambandsflokkinum hevur avgjørt ikki at stilla ein einstakling av Strondum upp á sambandslistan í Eysturoynni til næsta løgtingsval.