Yggdrasil umborð á Høganesi

Tíðindaskriv

Í kvøld, leygarkvøldið, verður aftur skipað fyri konsert umborð á sluppini Høganesi í Runavík. Konsertin verður við ethno-jazzbólkinum Yggdrasil og songkvinnuni Onnu Mariu Olsen.


Tað er nú nakað síðani tónleikatiltøk vóru umborð á sluppini, og konsertin leygarkvøldið er ætlandi byrjanin á eini longri røð av regluligum tiltøkum; longu í mars eru tvær konsertir á tapetinum, nýggj ljóðútgerð er keypt til tiltøkini og nýtt fólk er eisini komið upp í at skipa fyri.
Bólkurin Yggdrasil við Kristiani Blak sum høvuðskomponisti og fyriskipara byrjaði í 1980 sum norðurlendskur bólkur ella "projekt-manning". Tónleikarar í bólkinum hava verið gitnir norðurlendskir tónleikarar sum Anders Hagberg, Anders Jormin, Tore Brunborg, John Tchicai og aðrir. Fyrsta kompositiónin var til yrkingar eftir William Heinesen í 1981. Verkið kom út á lp-plátu og bar heitið "Den Yderste Ø". Síðani tá hevur Kristian skrivað eini 10 long verk til Yggdrasil. Flestu teirra eru komin út á fløgu.
Sangarar í bólkinum hava eitt nú verið sámisku sangararnir Lennart Kullgren og Ingá Juuso, og Anda Kuitse úr Kulusuk í Eysturgrønlandi, ið øll hava verið týðandi partur av Yggdrasil gjøgnum árini.
Seinastu 3-4 árini hava føroyskir tónleikarar luttikið sum størsti partur av manningini. Í 2001 skrivaði Kristian tilrættisleggingar og upprunalig verk, har føroyskur sangur er ein týðandi partur av tónleikinum. Hesin tónleikur kom út á eini væl móttiknari fløgu í 2002 og sangari var Eivør Pálsdóttir. Sangarar á konsertunum við hesum tónleiki hava verið Eivør Pálsdóttir og Kári Sverrisson. Tónleikurin hevur vakt áhuga kring Norðurlond, longur suðuri í Europu og í USA, har bólkurin hevur verið á konsertferðum. Nú í januar-februar var Yggdrasil á konsertferð á Hawaii. Bólkurin hevur fingið innbjóðingar at spæla í sjey londum í 2004.
Á konsertini umborð á Høganesi leygarkvøldið hevur Yggdrasil boðið Onnu Mariu Olsen at luttaka sum sangari. Anna Maria syngur í kórinum Mpiri og er annars at hoyra á fløguni "Veðrið eigur orð" við bólkinum LOT, ið kom út fyri jól.
Hinir, ið luttaka á konsertini umborð Høganesi, eru: Ólavur Olsen, trompet - Heðin Ziska Davidsen, gittar - Mikael Blak, bass - Brandur Jacobsen, trummur og Kristian Blak, klaver.
Konsertin leygarkvøldið byrjar klokkan 21.00.