Yassin var bara tann fyrsti

Ísraelska stjórnin ætlar sær at beina fyri øllum leiðarunum í Hamas, og Yasser Arafat er eisini eitt álopsmál, sigur ísraelski verjumálaráðharrin. Hamas hóttir við at beina fyri Ariel Sharon, forsætisráðharra.

Fyrrakvøldið tók Abdel Aziz al-Rantissi við sumi leiðari í palestinska felagsskapinum Hamas eftir Ahmed Yassin, sum ísraelski herurin avrættaði mánamorgunin.
Men hann skal ansa sær, tí sambært ísraelska verjumálaráðharranum, Shaul Mofaz, kunnu allir leiðarar í Hamas vænta at fáa somu lagnu sum Yassin. Á einum tíðindafundi segði Mofaz, at tað er neyðugt at halda kósina fyri at tryggja ísraelska fólkið.
- Teir, sum senda bumbumenn hendanvegin, geva okkum samstundis rætt til at svara aftur. Yassin var tann palestinski Osama bin Laden, og hendur hansara vóru dálkaðar av ísraelskum blóði, segði Shaul Mofaz.
Tað hevur ofta ljóðað, at ísraelska stjórnin skal hava havt ætlanir um at beina fyri palestinska forsetanum, Yasser Arafat. Mánadagin segði ísraelski uttanríkisráðharrin á tíðindafundi í Washington, at stjórnin hevur onga tílíka ætlan nú, men hetta samsvarar ikki við tað, sum verjuovastin, Moshe Yaalon, segði við blaðið Haaretz í gjár.
- Jú, Arafat er eitt møguligt álopsmál. Tað sama er Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah, sigur Yaalon við blaðið.
Tað er greitt, at ísraelska leiðslan var ikki samd um at avrætta Ahmed Yassin. Ovastin í trygdartænastuni, Aharon Zeevi, og ráðharrin fyri innanhýsis trygd, Tzachi Hanegbli, hava báðir sagt alment, at avrættingin var eitt mistak.
Hótti Sharon
Nývaldi leiðarin í Hamas, Abdel Aziz al-Rantissi, segði aftan á tilnevningina fyrrakvøldið, at Hamas fer at hevna morðið á Ahmed Yassin.
- Jødisku drápsmenninir skulu ikki kenna seg tryggar, heldur ikki Ariel Sharon, forsætisráðharri, segði Rantissi, sum varð dúgliga fagnaður av fleiri túsund Hamas-limum í Gaza-geiranum.
Rantisi hevur verið leiðari í teirri politisku deildini hjá Hamas. Hann verður mettur at vera uppaftur meiri víðgongdur enn undanmaðurin Ahmed Yassin.