Xavi spældi í gjár sín dyst nummar 143 í Champions League. Tað er ein fleiri enn fyrrverandi Real Madrid framherjin, Raúl. Sostatt hevur Xavi nú sett nýtt met. Allir 143 dystirnir eru fyri barndómsfelagið FC Barcelona.
Les eisini: Xavi kann seta met
34 ára gamli miðvallarin kom á vøllin í seinna hálvleiki í 3-2 tapinum fyri Paris Saint-Germain. Xavi umhugsaði undan kappingarbyrjan at gevast í Barcelona, men Luis Enrique, venjari hjá felagnum, megnaði at yvirtala hann til at halda fram.
Les eisini: PSG knógvaði Xavi og Barcelona
Xavi hevur vunnið Champions League steypið tríggjar ferðir.
Topp 5 flestar dystir í Champions League:
1. Xavi (143)
2. Raúl (142)
3. Ryan Giggs (141)
4. Iker Casillas (140)
5. Clarence Seedorf (125)
Her kann leggjast afturat, at verða dystirnir í undankappingini til Champions League bólkaspælið taldir við, so hevur Ryan Giggs flestar dystir við 151, meðan Xavi hevur 148 og Raúl 144.