Fyri fyrstu ferð vann Caroline Wozniacki móti sponsku Maria Jose Martinez Sanchez og er klár til fjórða umfar í stóu kappingni í Indian Wells í USA. Wozniacki hevði tapt allar tríggjar dystir móti Martinez Sanchez, men í triðja umfari í Indian Wells var eingin ivi. Wozniacki vann lætt 6-1, 6-3.
Spælið hjá Caroline Wozniacki lovar eizini nógv í kalifornisku oyðimørkini. Tað var heldur ikki tí, at Sanchez spældi illa, danin var bara so mikið betri.
Í fjórða umfari skal toppseedaða Wozniacki møta antin Flavia Pennetta frá Italia ella russisku Alisa Kleybanova.