Wozniacki lættliga víðari í Wimbledon

Eftir eina sjokkbyrjan, har spanska Arantxa Parra Santonja breyt servuna hjá danska eittaranum, var tað sum eftir bókini restina av dystinum, tá Caroline Wozniacki spældi sín fyrsta dyst við stóru Wimbledon kappingina.

 

Munurin á nummar eitt á heimsstyrkilistanum og nummar 107 skuldi tó vísa seg, og Wozniacki van lættliga dystin 6-2, 6-1.

 

Danski heimseittarin hevur annars fingið nógvar ákoyringar fyri ikki at hava hitað upp til Wimbedon á grasi, men heldur spælt WTA kapping á heimavølli í Farum, men hon og pápin og venjarin, Piotr, hava sína egnu dagsskrá. Og í fyrsta dystinum riggaði hon væl, má sigast.