Wozniacki lætta byrjan í French Open

Tað eru 20 ár á muni millum Caroline Wozniacki og japansku Kimiko Date-Krumm, og tað sást eisini á vøllinum, har nummar eitt ongar trupulleikar hevði. Heimsins í løtuni besti tennisleikari, danska Caroline Wozniacki, setti hol á sína French Open luttøku við einum dysti móti japanska veteraninum, Komiko Date-Krumm.

Dysturin skuldi verið leiktur á einum av teimum smærru vøllunum, men so leingi gekst at fáa avgreitt hesar dystirnar, at Caroline og Kimiko vórðu sfull til nógv størra vøllin, Suzanne Lenglen.

Hóast Caroline Wozniacki er nummar eitt í heiminum væntar pápi hennara og venjari, Piotr Wozniacki, ikki, at dótturin fer at vinna sína fyrstu Grand Slam kapping á grúsi. Hann heldur, at Caroline er betri á grasi og hardcourt.

Men tað steðgaði ikki Wozniacki at vinda burtur úr tvífals so gamla mótstøðukvinnu síni. Fyrsta sett tók bert 29 minuttir og tað vann danin 6-0.

Í seinna setti fylgdi Date-Krumm við til 2-2, men so var eisini liðugt. Tað tók Caroline Wozniacki 31 minuttir at vinna seinna sett 6-2, og harvið brúkti hon bert ein tíma at vinna sín fyrsta dyst í French Open 2011.