Í síðstu viku var farmaskipið Winter Bay á Funningsfirði við timbri til plattavirkið, sum er á havnalagnum í bygdini.
Skipið kom úr Riga, høvuðsstaðnum í Letlandi og hevði 2000 rúmmetrar av plattatimbri við sær. Umborð vóru 11 mans, russar og ukrainar.
Sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, sum eigur viðheftu myndir, vitjaði umborð á Winter Bay, har hann gav manningini andaligan lesnað á russiskum og kunnandi tilfar um Føroyar.
- Her var ikki nógv prát, tí manningin var ikki stinn í enskum, og sjómanstrúboðarin dugir ikki russiskt, sigur Torleif Johannesen á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.