Williams reyk út í fyrsta umfari

Wimbledon-kappingin gjørdist stutt í ár hjá amerikonsku tennisstjørnuni Venus Williams. Heilt óvæntað tapti hon longu í fyrsta umfari ímóti russisku Jelena Vesnina, tá kappingin byrjaði í dag. Russiska kvinnan vann trygt 6-1, 6-3.

Venus Williams (myndin) hevur fýra ferðir vunnið Wimbledon-kappingina, men í dag var týðiligt, at hon er als ikki í venjing. Aftan á ósigurin í dag gittu fleiri, at tann einaferð so sigursvanda stjørnan fer at gevast við tennisspælinum.

Serbin Novak Djokovic, sum er nummar eitt á heimsstyrkilistanum, vann í dag sín fyrsta dyst í ársins Wimbledon-kapping lættliga. Hann vann 6-3, 6-3, 6-1 á Juan Carlos Ferrero.