Rói Egholm
Ein av okkara stóru tónleikarum, Teitur Lassen, hevur á síni nýggju fløgu skrivað sangin Luis Luis, har hann á ein sera hugnaligan hátt heitir á gamla jazz-faðirin, Louis Armstrong, at hann skal rísa upp aftur og arbeiða víðari við sínum tónleiki og soleiðis ríka um heimin.
Okkara størsti rithøvundur ígjøgnum tíðirnar, William Heinesen, megnaði at verða fagnaður kring allan heim fyri sítt framúrskarandi virki innan bókmentir. Hann dugdi betur enn nakar at lýsa lívið í pinkusamfelagnum í Útnorðri. Hann lýsti nágreiniliga, hvørjar kreftir eru galdandi í hesum lítla samfelagnum, tó uttan at heildarmyndin kámaðist.
Hann sá stórt í tí reina persóninum, sum dugdi at liva egið lív og sum eisini kendi sínar sosialu borgaraskyldur. Ofta eru hesir persónar lýstir sum einfaldir persónar, sum varðveittu gomlu siðmentanina, har vanligi kristindómurin við næstrakærleika fremst setti sítt dám á gerandisdagin og lívið.
Hinvegin hevði hann at persónum, sum uttan fyrilit tóku pettir úr bíbliuni fyri á tann hátt at seta saman ein tilevnaðan kristindóm, sum so skuldi brúkast sum amboð at vinna sær egið vald í samfelagnum. Hesir persónar virkaðu ofta sum prædikumenn í samkomum og teir lýstu oftast Várharra sum ein Guð, sum als ongan næstrakærleika átti, men tvørturímóti bara kendi til kol og brand, revsing, fordøming, til Sodoma og Gomorra o. s. fr. Hesir somu prædikumenn sótu ofta í høgum størvum og misbrúktu tíverri hesa av teimum útholaðu bíbliu til at ávirka avgerðirnar, soleiðis at tær blivu til teirra fyrimun og ikki neyðturviliga til gagns fyri heildina. Hesir persónar verða tí als ikki lýstir sum nakrir einglar, men heldur sum sjálvsøknir syndarar, sum nýta bíbliuna sum skjøldur.
Tað er júst hesa óreinu lívsførslu, hesa niðran av Várharra, sum William dugdi so væl at lýsa og sum hann gjørdist so kendur fyri, bæði her heima, men ikki minni uttan fyri landoddarnar.
Tí fari eg nú – eins og Teitur heitir á Luis – at heita á William Heinesen um at koma aftur, at gera sítt til at halda føroyska samfelagnum á virðiligari kós, eins og hann gjørdi øll síni skrivandi ár.










