Wilders skal halda fram

Í Niðurlondum halda tey flestu, at tann víðgongdi høgrapolitikarin Geert Wilders skal halda fram við sínum hvassa orðalagi, tá talan er um innflytarar og trupulleikar, ið standast av innflytarum. Wilders er formaður í Frælsisflokkinum, sum fekk meiri enn 15 prosent av atkvøðunum á seinasta vali.

Norski yvirgangsmaðurin Anders Behring Breivik hevur í sínum manifesti róst Geert Wilders og serstakliga hansara antimuslimsku sjónarmiðum.

Men niðurlendingar halda ikki, at tað eigur at fáa floksformannin at velja sær eitt hóvligari orðalag. Í einari meiningakanning, sum varð almannakunngjørd í gjár, siga 52 prosent av teimum spurdu, at tilburðirnir í Noregi eiga ikki at ávirka orðalagið hjá Gert Wilders, tá talan er um innflytarar. 44 prosent halda, at hann eigur at vera meiri hóvligur. At enda siga 29 prosent, at tey taka undir við tí, sum Wilders sigur um muslimar.