FA Cup vinnararnir frá í fjør, Wigan, eru enn við í kappingini, eftir at teir í dag vunnu 2-1 á Cardiff.
Tað byrjaði væl hjá Championship liðnum, tá teir eftir 18 minuttum løgdu seg á odda 1-0 við máli, sum Chris McCann sendi í netið, eftir at hann var komin at standa fríur í Cardiff brotsteiginum.
Fraizer Campbell fekk tó javnað eftir 27 minuttum, bert fyri at síggja Ben Watson leggja Wigan aftur á odda 2-1 eftir 40 minuttum.
Ben Watson var júst maðurin, sum skoraði sigursmálið fyri Wigan í FA Cup finaluni í fjør móti Manchester City, og hann gjørdist altso match vinnari aftur í dag.
Ole Gunnar Solskjær hevur ikki fingið nakra serliga góða byrjan sum managari í Cardiff.