West Ham venjarin fekk sekkin

Nakað av tí fyrsta, sum nýggju íslendsku eigararnir gjørdu í West Ham, var at geva venjaranum, Alan Pardew, sekkin. West Ham er í løtuni trið niðasta liðið í ensku Premier League, og tað var ikki ein nøktandi støða sambært eigarunum.
Sjálvur heldur Pardew tó, at hann hevur gjørt eitt gott arbeiði seinastu trý árini.
Roknað verður við, at íslendska leiðslan vil hava eitt stórt venjaranavn at standa á odda fyri West Ham. Fyrstu dagarnar vóru gitingar um, at kappingin um venjarasessin stóð í millum Svenn Göran Eriksson, Terry Venables og Alan Curbishley. Nú eru tó eisini Claudio Ranieri, David O’Leary og Iain Dowie settir í samband við West Ham.