? Tað hevur gingið út av lagi illa.
Tað vakti miklan ans, tá ið vágamenn keyptu ein av størstu frystilínubátum í Noregi, Frøyanes.
Tað, sum serliga loypti øði í, var, at politiski myndugleikin hevði loyvt Frøyanes at koma í føroyska fiskiflotan fyri tríggjar útróðrarbátar og tí sjálvur fór í bólk saman við útróðrarbátum, hóast hann er fleiri 100 tons til støddar.
Men miðvingar høvdu alt sítt uppá tað turra og teir duldu ongantíð fyri, at tað
var ein stórur dagur, tá ið hetta stóra, stásiliga línuskipið, stevndi inn á Miðvág.
Og síðani tá hevur friður valdað um skipið og hann tykist at hava funnið sítt pláss í flotanum akkurát sum allir aðrir. Lítið hevur verið at sæð til hann og ongin hevur følt seg traðkaðan á tærnar av honum.
Men tíverri fyri miðvingar má ásannast, at vónirnar til skipið hava alt annað enn hildið.
Tí tað hevur milt sagt gingið á skriðuni til, síðani West Freezer fór fyrsta túrin tann 4. mars.
Og reiðarin, Tummas Jacob á Løgmansbø ger einki fyri at dylja vónrotið.
? Tað hevur gingið á skriðuni til við skipinum, sigur hann.
Hann sigur, at skipið hevur riggað sera illa og teir hava ferð eftir ferð verið noyddir at koma inn við tekniskum trupulleikum av øllum møguligum slag.
Talan er um ymsar stýringar, umframt alt møguligt elektriskt, sum hevur virkað stak illa.
Harafturat hava skipasýniskrøvini verið nógv størri og nógv dýrari enn væntað.
Allir hesir trupulleikarnir, hava fyribils kostað teimum næstan eina hálva millión, umframt mista fiskitíð.
Av tí sama hevur fiskiskapurin verið sera óeffektivur.
Hann dylur ikki fyri, at hesir teknisku trupulleikarnir koma óvart á teir, tí báturin er nýliga ístandgjørdur og skuldi eftir øllum at døma verið í sera góðum standi.
Og omaná alt er fiskiskapurin nógv versnaður, so hetta var kanska tann ringast hugsandi tíðin hjá West Freezer at koma í flotan.
Tummas Pauli á Løgmansbø sigur, at tað er bara at vóna, at fiskiskapurin fer at batna aftur undir Føroyum.
Tó viðgongur hann, at hann hevur ringar vónir, tí hann sigur frá kønum monnum, at gongdin toskinum viðvíkjandi er akkurát tann sama, sum tá ið hann at kalla hvarv fyri nøkrum árum síðani.
Tó sigur Tummas Jacob á Løgmansbø, at tað er ongin vandi fyri bátinum.
Men tað er altíð eitt bakkkast, tá ið sjálv byrjanin verður so nógv truplari og dýrari, enn væntað, sigur hann.
Gongur tað ikki undir Føroyum, alla teir at fara út á opið hav at royna.
Selt fyri 3 milliónir
Higartil sær samlaða roknistykkið hjá West Freezer soleiðis út, at hann hevur verið tveir túrar undir Føroyum.
Hann hevur fiskað heilt uttarliga, eitt nú hevur hann roynt nógv á Føroya Banka.
? Tann fyrra túrin fekk hann 130 tons og henda seinna túrin fekk hann 70 tons.
Øll vektin er gjørd upp í avhøvdaðum fiski.
Allur fiskurin er seldur á uppiboði í Føroyum.
Tilsamans hevur West Freezer selt fyri tríggjar milliónir.
? Høvdu vit ikki havt allar teir teknisku trupulleikarnar, so vit kundu fiska effektivt, hevði tað ikki verið av leið at vit høvdu havt selt fyri eina, kanska tvær milliónir afturat, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø.
Í miðal hevur prísurin verið um 15 krónur fyri kilo av avhøvdaðum fiski. Skal tað gerast um til runda vekt, sigur Tummas Jacob á Løgmansbø, at 20% skulu leggjast afturat. Sostatt svarar hetta til einar 18 krónur fyri kilo í rundari vekt.
Og tað heldur hann vera á einari leið, hóast hann viðgongur, at prísurin er heldur lægri, enn teir høvdu væntað.
Tó hava teir fingið at vita frá keyparunum, at fiskurin er avbera góður.
Av tí, at fiskiskapurin undir Føroyum hevur verið so vánaligur, er West Freezer nú farin undir Íslands at fiska kalva.
Teir komu ikki á fiskileið fyrrenn sunnudagin, so enn ber onki til at siga um fiskiskapin. 16 mans eru við West Freezer.