Skiftið hjá Danny Welbeck frá Manchester United til Arsenal varð uttan iva tað mest umrødda leikaraskiftið í Onglandi fyri stuttum.
Sølan yvirraskaði nógv Manchester United viðhaldsfólk, og keypið gjørdist ein lætti hjá Arsenal viðhaldsfólkunum, sum hava saknað ein avloysara fyri Olivier Giroud.
Nú sigur Arsenal venjarin, Arsene Wenger við enska blaðið "The Guardian", at hevði hann ikki ferðast til Rom, so hevði keypið av Danny Welbeck ikki verið veruleiki. Í Rom fekk Wenger høvið at møta Frans, páva, sum gjørdist ein stór uppliving fyri katolikkin, Arsene Wenger. - Fundurin við pávan varð ein uppliving, sum eg ikki vildi verið fyri uttan. Hann er eitt stórt menniskja, og samstundis ein eyðmjúkur maður, sum tosar við øll. Haraftrat er pávin eisini ein fótbóltsfjeppari, greiddi Wenger frá í enska blaðnum. Og hann takkar nú pávanum fyri, at hann fekk høvið at keypa Danny Welbeck til Arsenal.