Wenger óttast aldurdómin

Arsène Wenger dámar als ikki tankan um, at hann kanska má gevast skjótt

Síðani 1996 hevur franski Arsène Wenger rádd fyri borgum í Arsenal. Tískil er hann tann venjarin í Premier League, sum hevur sitið so nógv longst í sessi sínum. 

 

Veruleikin er tó tann, at nú er Wenger blivin 65 ár, og tí hevur eitt sjálvsagt kjak stungið seg upp um, hvussu nógv ár Wenger hevur eftir sum venjari hjá Arsenal.

 

Spurdur um hann ætlar sær at steðga skjótt, svarar Wenger, at honum als ikki dámar tankan um, at helst verður noyddur at steðga innanfyri tey komandi árini.

 

- Eg havi hugsað eitt sindur um, at eg kanska má steðga skjótt, men ikki í meira enn eini fimm sekund, tí at eg verði ræðslusligin av tankanum um at siga farvæl til tað, ið mær dámar so ótrúliga væl, sigur Arsène Wenger við Sky Sports.

 

- Seinast vit spældu ímóti Manchester United, tosaði eg við Alex Ferguson. Eg spurdi hann, um hann ikki saknaði starvið, men hann svaraði nei, tí at hann orkaði tað ikki longur. Soleiðis havi eg tað als ikki sum nú er, sigur Arsène Wenger at enda við Sky Sports.