Vinalagið millum venjaran hjá Arsenal, Arsene Wenger og Jose Mourinho, fyrrverandi venjari hjá Chelsea og Manchester United, hevur ikki altið verið so eyðsýnt.
Stundum hevur verið rok ímillum venjararnar báðar, ið mongu dystunum millum lið teirra ígjøgnum árini.
Stríðið millum teir báðar venjararnar tók seg av álvara upp, tá ið Mourinho ynskti at Chelsea skuldi keypa Ashley Cole frá Arsenal í 2005.
9 ár seinni var stríðið ikki gloymt, tá ið Mourinho í miðlunum segði Wenger verða serfrøðing í ósigrum.
Í dag er hvørgin teirra venjari, og teir fáast báðir við at viðmerkja fótbólt fyri altjóða miðlar. Í Champions League hava teir hvør í sínum lagi starvast fyri stóru altjóða sjónvarpsrásina, beIN sports, ið miðlar ítrott á 11 málum.
Teir hava ongantíð starvast um sama dyst, men leygardagin sita teir í sama studio tá ið teir skulu viðmerkja Champions League finaluna ímillum Liverpool og Tottenham Hotspur.
Hyggjarar skulu kortini ikki væntað at stríð tekur seg upp aftur ímillum teir, tí at teir hava tosað um hvønn annan við virðing seinastu tíðina.