– Tað var ein kapping móti tíðini hjá okkum, men John Paul De Joria var ov langt burtur frá grindini, so vit náddu ikki at leggja uppí.
Tað skrivar Paul Watson á Facebook.
Hann sigur, at tey í løtuni verða jagstað av føroysku sjóverjuni.
– Danmark hevur sent eitt krígsskip at taka okkum. Men vit hava framvegis kós ímóti blóðdálkaðu deyðsstrondini, skrivar hann og sipar til grindadrápið í Sandagerði.
Hvidbjørnin er komin í Nólsoyarfjørð sunnanífrá, og Tjaldrið er í hølunum á Watson norðanífrá.
Michal Boolsen, fúti, sigur við Kringvarpið, at løgreglan fylgir við og dokumenterar ljógarbrotið, sum hann hevur framt við at koma inn í føroyskan sjógv. Men enn er brotið ikki so ógvusligt, at Paul Watson verður handtikin.
##med2##
##med3##