Í vikuni gjørdu aktivistar hjá Sea Shepherd átak í París. Aktivistarnir mótmæltu, at franskir fiskimenn drepa túsundtals delfinir á hvørjum ári. Delfinirnar doyggja fyri tað mesta av útgerð hjá fiskimonnunum, sum verður brúkt til fiskiskap. Sigast kann, at delfinirnar verða ótilvitað dripnar sum avleiðing av fiskiskapi.
Hetta heldur Sea Shepherd lítið um, og týsdagin vóru fýra delfinir, sum vóru funnar deyðar á einari strond í Vendee landslutinum, lagdar uttan fyri franska parlamentið. Hetta var sambært aktivistunum gjørt fyri at vísa myndugleikunum, hvørjar avleiðingar eru av fiskiskapi
Sea Shepherd krevur, at atlit verða tikin til delfinir í sambandi við fiskiskap. Tað skal eitt nú gerast við at avmarka fiskitíðina í ávísum økjum, har nógvar delfinir eru.
– Sjálvboðin hjá Sea Shepherd skulu hava rós fyri fara til París við prógvum um níðingsgerðirnar. Stjórnin vil heldur hava, at delfinirnar liggja og rotna á strondini, so eingin skal vita um tað, sigur Paul Watson, leiðari fyri Sea Shepherd.
– Frakland drepur nú meira delfinir enn Taiji og meira enn Føroyar, sigur hann.
##med2##
Sea Shepherd fólkini fingu hvør sína bót á umleið 1000 krónur fyri átakið í París.
Leiðari fyri átakið í París var Lamya Essemlali, sum eisini var leiðari fyri átak hjá Sea Shepherd í Føroyum í 2014.