Walcott ynskir Christian Eriksen sum liðfelaga

Theo Walcott vónar, at danska supertalentið skjótt verður at síggja í Arsenal-búnanum Bæði teir ensku og donsku miðlarnir hava gjørt nógv burturúr tí 18 ára gamla Ajax-spælaranum, Christian Eriksen, sum veruliga risti sítt navn fast við einum megnaravriki í venjingardystinum millum Danmark og Ongland í Parkini í Keypmannahavn í gjárakvøldið. Og ensku miðlarnir kappast um at gita hvat Premier League felag fer at fara avstað við tí unga danska spælaranum.

 

Liverpool og Arsenal eru millum feløgini, sum verða nevnd sum tey komandi feløgini hjá Christiani Eriksen. Arsenal-spælarin, Theo Walcott, sum spældi við Onglandi ímóti Danmark í gjárakvøldi hevur nógv góð orð at bera tí danska supertalentinum: - Christian Eriksen er ein góður spælari, og tað er sjónligt, at hann er framúr góður á tí tekniska økinum. Christian Eriksen hevði verið ein góður spælari at fingið til Arsenal, og ein veit ongantíð hvat Arsene Wenger kann finna uppá, segði Theo Walcott við danska Tipsblaðið aftaná landsdystin í gjárakvøldið.