Privati herurin, sum hevur leiguhermenn, hevur tað trupult í kjalarvørrinum av uppreistrinum hjá bólkinum ímóti russisku herleiðsluni í juni.
Wagner-bólkurin er fíggjarliga kroystur. Tað vísa nýggjar bretskar frænir, upplýsir bretska verjumálaráðið í dag á sosiala miðlinum X, sum fyrr æt Twitter.
– Wagner-bólkurin flytur seg eftir øllum at døma ímóti skerjingum og eini bygnaðarbroyting.
– Tað verður gjørt í stórum fyri at spara útreiðslur til stáabslønir, nú ið bólkurin er kroystur fíggjarliga, verður sagt.
/ritzau/