Wackerhaus hevði sítt fyrsta stóra mótashow í august 2008, og síðani er hon vorðin alt meiri viðurkend og vældámd. Hon hevur arbeitt við trongum fíggjarkarmum, eins og flestu nýliga byrjaðir sniðgevar, men saman við heiðurinum Ársins nýggi sniðgevi 2010 fylgdi eisini eitt mótashow á Ráðhúsinum við modellum og styling, og virðið á øllum pakkanum var 150.000 kr.
Wackerhaus ger klæði, sum eru einføld, men við fangandi smálutum og einum rættiliga grafiskum úttrykki. Tað eru reinar linjur, og tað, hon leggur seg eftir, gongur í stóran mun aftur í allari kollektiónini.
Tað, sum hon sýndi fram á Ráðhúsinum á Copenhagen Fashion Week, vóru í stóran mun klæði úr silki, vit sóu nógvar draperingar og flesar, og lekrar smálutir. og liturin kopar gekk aftur í fleiri av pløggunum. Annars var kollektiónin jørðlitt og klassisk, við gráum, svørtum, brúnum, og koparlittum litbrigdum.
Móti er brúkslist
Wackerhaus sigur sjálv, at móti fyri hana merkir list.
- Men tað er sjálvandi eisini týdningarmikið, at tað, eg geri, er brúkiligt og praktiskt, hóast eg leggi meg eftir tí raffineraða og feminina stílinum.
- Eg strembi eftir, at míni klæði ikki skulu vera tengd at ávísum árstíðum ella tíðarskeiðum, men at tey skulu vera klassisk. Eg vil, at tey skulu kunna takast fram úr skápinum umaftur og umaftur, ár eftir ár.
Dómararnir
Í grundgevingini fyri at kjósa Wackerhaus sum besta nýggja sniðgeva stóð, at : Wackerhaus kollektiónin skilir seg úr mongdini, tí Trine Wackerhausen hevur eitt fantastiskt eyga fyri smálutum, hon hevur markantar silhouettir og klæðini eru sera væl framleidd. Wackerhaus kollektiónin hevur ikki bert nýhugsandi val av litum og eitt sterkt, egið útrykk, sum er lætt at kenna aftur við tí undirspælda kvinnuliga, hon hevur eisini prógvað, at merkið hevur ment seg eftir eini sterkari, mótarættari kós.
Í dómarapanelinum sótu Bjørn Bruun frá Bruuns Bazaar, Anne Christine Persson, sum var ein av leiðarunum fyri Copenhagen Fashion Week, Cecilie Christiansen, ábyrgdarblaðstjóri á Elle, Mina Ingerslev, make-up artistur og Nina Schaefer frá Max Factor. Til bar eisini hjá almenninginum at atkvøða um hvør skuldi vera besta nýggja navn.
Hinar tilnevndu
Wackerhaus var ein av teimum trimum tilnevndu; hinar vóru Eluise, sum eisini er eitt sera nógv umtalað nýtt merki, og Louise Amstrup, sum fekk sera góð ummæli á mótavikuni.
This year Eluise, Wackerhaus and Louise Amstrup are the chosen designers.
A selected panel of judges consisting of creative director Bjørn Bruun from Bruuns Bazaar, manager Anne Christine Persson from Copenahagen Fashion Week, editor in chief Cecilie Christiansen from Elle, makeup artist Mina Ingerslev and brand manager Nina Schaefer from Max Factor will along with your vote decide who the winner will be.