Wacken Metal Battle er eitt sindur sum Prix Føroyar

Eddie Jacobsen úr tungmálmsbólkinum Sic samanber ávirkanina, ið Wacken Metal Battle Føroyar hevur á føroyska tungmálmspallin við tað, ið hendi, tá Prix Føroyar var. Bólkar hava nakað at gleða seg til, skriva tónleik til og venja til, og so skapar hetta sambond millum føroyskar bólkar og útlendskar fyriskiparar

Eddie Jacobsen gittarleikari og umboðsmaður hjá tungmálmsbólkinum Sic, ið vann Wacken Metal Battle Føroyar í fjør, er als ikki í iva um, at týdningurin av kappingini, og í teirra føri av at vinna kappingina, er sera stórur.

- Tað var fantastiskt at sleppa at spæla á Wacken, ein uppliving heilt fyri seg. Har vóru 6-8.000 fólk og lurtaðu eftir okkum, so tað er ein tann størsta mannamúgvan, vit hava spælt fyri. Vit fingu gott respons frá áskoðarunum, men eisini frá pallfólkinum og dómarunum, greiður Eddie frá.

Wacken Open Air festivalurin er ein risastórur tungmálmsfestivalur, ið omanfyri 80.000 vitja á hvørjum ári, og sleppur vinnarin av Wacken Metal Battle Føroyar at kappast móti bólkum úr restini av heiminum um nógvar stórar vinningar – millum annað ein plátusáttmála.

Føroysku Hamferð vunnu altjóða kappingina í 2012, meðan Sic eisini kláraði seg væl í 2013, tá kanadisku Crimson Shadows vunnu.

Eddie er tó ikki í iva um, at luttøkan hevði stóran týdning.

- Vit fingu nógvar góðar kontaktir, ið vit ætla at fylgja upp, tá vit væntandi seinni í ár fara meira seriøst í gongd við Sic aftur. Vit búgva í løtuni tveir í Føroyum og tríggir í Danmark, so tí kann vera torført at fáa arbeitt við tónleikinum, tað krevur í øllum førum meira planlegging, greiðir Eddie frá um, hví Sic ikki hava verið so virknir síðan luttøkuna á Wacken.

Nýggjar kreftir
Eddie Jacobsen er gøtumaður. Hann stovnaði Sic í 2002. Síðan tá hevur hann røkt fleiri leiklutir í bólkinum, ikki bert sum gittarleikari og sangskrivari, men eisini í fleiri umførum sum umboðsmaður hjá bólkinum.

Seinastu 12 árini er nógv orka hjá Eddie farin í bólkin, men eisini til arbeiða við at vaksa um áhugan fyri tungmálmi í Føroyum og virka fyri betri umstøðum. Tí er Eddie sera glaður um tað arbeiðið, ið Upp Við Hornunum og teir báðir undangongumenninir Teitur Egholm Fossaberg og Fróði Tórálvsson Steenberg gera fyri tungmálmin í Føroyum.

- Vit eru nøkur, ið veruliga vóru útbrend, tá tað snúði seg um at skipa fyri tungmálmstiltøkum í Føroyum, og tá er tað ordiliga fantastiskt, at nýggj fólk traðka til við nýggjari orku. Í ár er triðja árið, at Wacken Metal Battle er í Føroyum, og tað má man gleðast um, sigur Eddie og vísir á, at hann vónar, at Wacken Metal Battle heldur á í nógv ár.

- Hesi fólkini stríðast fyri onga løn og gera eitt stórt arbeiði við tiltøkunum, og tey rigga, eg vóni bara, at tey hava orkuna at halda á. Wacken Metal Battle er eitt sindur, sum Prix Føroyar plagdi at vera. Bólkar fáa okkurt at síggja fram til, skriva tónleik til og trena til, vísur Eddie á.

Út í heim við Sic
Eddie er einasti upprunalimur í Sic, men sangarin Mikkjal Gaard Hansen hevur verið við næstan síðan byrjan. Í 2005 headhuntaðu Mikkjal og Eddie teir tríggjar: trummaran Magnus Hansen, gittarleikaran Frans Jónas Arge Galán og bassleikaran Gudmar Hansen. Hetta gjørdist tann manningin, ið gjørdi Sic til eitt kent og virt navn í føroyskum tónleikalívið, eins og teir tóku fyrstu stigini út í heim.

Fyrsta fløgan “Pandemonium” kom út fyrst í 2007 og fekk góð ummæli so víða um sum í Føroyum, Peru, Týsklandi, Noregi, Danmark, Grikkalandi, Stóra Bretlandi og USA.

Á MTV
Kykmyndalagið “Rosegarden in Hell” bleiv spælt á donsku útgávuni av Headbangers Ball á MTV, og bólkurin spældi nógvar konsertir fyrst og fremst í Føroyum, men eisini í Íslandi, Stóra Bretlandi, Grikkalandi og á stóra Metaltown Festivalinum í Svøríki.


Á vári 2009 fór Sic á umfatandi konsert ferð, ið fram til summarið taldi hálvthundrað konsertir í londum sum Noregi, Danmark, Týsklandi, Eysturríki, Niðurlondum, Slovenia, Slovakia, Sveits, Tjekkia, Stóra Bretlandi og í Føroyum.

Danskur trummari
Í desember valdi trummarin Magnus Hansen at gevast í bólkinum og varð avloystur av dananum Dennis Buhl, ið teir kendu úr Hatesphere, sum Sic hevði hitað upp fyri á konsertferð í 2009. Siðan tá hevur Sic givið út konsertfløguna “Si Vis Pacem, Para Bellum“ í 2010 og “Fighters They Bleed” í 2011.

Í 2012 luttóku Sic í fyrstu Wacken Metal Battle og spældu eina serstakliga góða og orkuríka konsert, ið tó ikki var nóg mikið til at koppa Hamferð, ið fóru víðari til at vinna altjóða kappingina.

Elska tónleikin
Tá bassleikarin Gudmar og gittarleikarin Frans nakað seinni fóru burturúr bólkinum, vóru nógv, ið væntaðu, at hetta var endin á Sic. Men teir tríggir írestandi limirnir Eddie á gittar, sangarin Mikkjal og trummarin Dennis funnu nýggjan bassleikara í Ísaki Petersen og nýggjan gittarleikara í Henning Jensen. Eddie greiður soleiðis frá um avgerðina at halda fram:

- Tað var passiónin fyri at spæla okkara tónleik, ið gjørdi, at vit hildu á. Eingin av okkum vildi sleppa Sic. Vit hava gjørt hetta so leingi og brúkt so nógva tíð og orku uppá hetta, at vit valdu at halda fram. Tá man elskar at spæla tónleikin, so er trupult at gevast við tí.


Debut í kapping
Fyrsta framførslan við Ísaki og Henning var í sambandi við føroysku Wacken Metal Battle kappingina í 2013.

- Tað var merkiligt at skula á pall við nýggjari maning fyrstu ferð. Serliga merkiligt var tað, at tað skuldi vera á føroyska Wacken Metal Battle umfarinum, har meira stendur uppá spæl, enn tað vanliga ger greiðir Eddie frá.

Eddie var tó ikki skelkaður yvir, at teir vunnu føroyska umfarið í fjør.

- Vit vistu, at vit høvdu ein møguleika fyri at vinna, men vit vistu eisini at vit fóru at fáa góða kapping frá øðrum bólkum, t.d. Earth Divide, sigur Eddie, ið tó er sera glaður fyri sigurin, og tey sambond, ið luttøkan á Wacken hevur skapt.

****

Earth Divide vinnur í ár

Eddie Jacobsen væntar, at Earth Divide fer at vinna Wacken Metal Battle Føroyar í ár.

- Eg kenni allar bólkarnar uttan Ceticide, ið er ein spildurnýggjur bólkur. Hann er mannaður av góðum tónleikarum, og verður uttan iva spennandi. Men eg rokni við, at Earth Divide vinnur kappingina. Eg eri kanska eitt sindur litaður, tí eg lurti ordiliga nógv eftir hasum slagnum av tónleiki, sum Earth Divide spælir. Men eg haldi, at teir hava royndirnar og tónleikin til at vinna. Eg vænti alíkavæl ikki, at tað verður lætt. Bæði Asyllex og Reduced to Ash er ordiliga góðir bólkar. Men Earth Divide eru meira modernaðir