Eftir at leiðslaní Odd Grenland hevði givið venjaranum og hjálparvenjaranum sekkin fyri tveimum vikum síðani, hevur Ove Flindt-Bjerg havt ábyrgdina av liðnum. Hjálparvenjari hjá Flindt-Bjerg er Lars Borgar Waage, sum áður hevur verið høvuðsvenjari hjá Pors Grenland. Waager hevur eisini áður verið høvuðsvenjari hjá Odd Grenland, og nú er hann aftur at finna í felagnum sum hjálparmaður hjá Ove Flindt-Bjerg.









