Vunnu við sjúkum manni

Tá ið Klaksvíkingur leygarmorgunin róði málið í Vestmanna, var eykamaður umborð, tí ein av føstu monnunum lá heima við fepri


Alla síðstu viku vandi Klaksvíkingur í Vestmanna. Fyrrapartin leygardagin løgdu teir síðstu hond á fyrireikingina. Tá flotaðu teir bátin, og so róðu teir málið heilt spakuliga. Hetta gjørdu teir fyri at loysa vøddarnar.
                      Leygarmorgunin var eykamaður umborð. Ein av føstu rógvarunum lá heima við hús, tí hann hevði fingið fepur.
                      - Vit ivaðust ongantíð í, at maðurin, sum leygarmorgunin hevði fepur, fór at rógva við seinnapartin. Men hann kom ikki norður til Vestmanna fyrrenn stutt undan róðrinum, og hóast hann hevði nakrar strikur, so gekk tað upp á stás, staðfestir bátsformaðurin umborð á Klaksvíkingi, Svein Rógvi Nielsen.
                      Hava tit eykamann, sum er í somu venjing, sum tit aðrir eru í?
                      - Vit hava eykamann, sum altíð er tøkur at tørna til. Venjingarstøðan er góð, men tað sigur seg sjálvt, at tað hevði komið sera illa við, um ein av føstu monnunum ikki hevði verið tøkur. Vandin er altíð til staðar fyri, at ein skal verða skaddur, og sjúku ber illa til at verja seg helt ímóti.
                      Klaksvikingur venur hvønn einasta dag. Tá ið teir vandu í Vestmanna fríggjakvøldið var rættuligt illveður. Leygarmorgunin var so vakur, sum tað ber til at ímynda sær, at veðrið er í Føroyum um sumrarnar. Seinnapartin var tað rættuliga skiftandi:
                      - Teir bíðaðu við at leggja 10-mannaførini til fasta startin, inntil rákið linkaði. Tað var sera ónossligt at liggja og bíða. Tað regnaði rættuliga nógv, og tað var illfýsið og kalt. Men hetta hugsa rógvararnir ikki so nógv um. Tað ræður um at hava fokus á málinum, sum er sjálvur kappróðurin, sigur Svein Rógvi Nielsen.
                      Undan Ólavsøku plagar at vera vanligt at síggja fremmandar bátar venja á Havnarvág. At bátar venja aðra staðni enn heima hjá sær sjálvum kemur ikki so ofta fyri undan øðrum kappingum. Fríggjakvøldið hildu teir umborð á Klaksvíkingi seg síggja tveir aðrar fremmandar bátar venja í Vestmanna.