Vunnu aftur stórt

Valur, við Randi Wardum millum stengurnar, fær lítla mótstøðu í bestu íslendsku kvinnudeildini. Eftir 14 umførum hava tær framvegis fult stigatal, við málmuninum 67-8. Í gjar vunnu tær aftur knúsandi stórsigur, tá Keflavík noyddist heim við einum 9-0 ósigri í viðførinum. Randi Wardum vardi málið hjá Vali.

Valur hevur beina kós móti meistaraheitinum. Vinnur KR, sum liggur á øðrum plássi, sínar seinastu fimm dystir fáa tær 48 stig. Valur manglar fýra stig, og hevur 42 stig.

Randi Wardum og liðfelagarnir kunnu tískil taka eitt stórt fet móti gullinum, um tær vitja hjá júst KR sunnudagin.