Borgarafundur um ferðavinnuætlan

- Kommunan hevur latið gera uppskot til eina ferðavinnuætlan, men tað er umráðandi, at allir borgarar hava høvi at gera viðmerkingar og gera sína ávirkan galdandi

Nes kommuna bjóðar nú til borgarafund í nýggja Undirhúsinum á Toftum mánakvøldið hin 12. januar klokkan 19.30.

 

Á skránni verður ferðavinnuætlanin fyri kommununa, sum ein bólkur í kommununi hevur gjørt. 

 

- Á borgarafundinum verður uppskotið lagt fram, og høvið verður at seta spurningar og gera viðmerkingar, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Høvi verður eisini til kaffi og prát.

 

- Kommunan hevur latið gera uppskot til eina ferðavinnuætlan, men tað er umráðandi, at allir borgarar hava høvi at gera viðmerkingar og gera sína ávirkan galdandi.

 

Í Nes kommunu siga tey, at borgarafundurin er ætlaður øllum borgarum í kommununi, sum eisini eru hjartaliga vælkomnir á fundin mánakvøldið hin 12. januar.