Tað hevur verið framgongd í bilasøluni í Føroyum seinasta árið. Tað sæst aftur, nú Akstovan hevur gjørt upp hagtølini fyri 2025.
Tilsamans eru skrásett 412 fleiri akfør í fjør enn í 2024. Í 2024 var talið 1.632, og í fjør var tað 2.044, ein framgongd upp á 25,25 prosent.
Tølini fyri persónbilar eru altíð størstu tølini í hagtølinum, og tey fylgja rættiliga væl vøkstrinum í samlaðu skrásetingini av akførum.
Í 2024 vórðu skrásettir 1.166 nýggir persónbilar. Í fjør var taðli 1.443. Tað er ein vøkstur upp á 277 bilar, ella ein vøkstur upp á 23,76 prosent.
##med2##












