Vraklutir av einum størri skipi

Andras Joensen, sum hevur stóran áhuga fyri gomlum skipum og bátum, sigur, at til ber at finna út av, hvussu gamalt skipið er, sum í sínari tíð fórst innanfyri Flemmish Kap. Kunnu vit síggja, hvørjar dimensjónirnar eru, ber eisini til at staðfesta støddina á skipinum og skipaslagið

Vrakið

Í samband við elligomlu vraklutirnar, sum trolarin, Ljósafelli, fekk á leiðini innanfyri Flemmish Kap á seinasta túri, vendu vit okkum í gjár til Fornminnissavnið fyri at fregnast, um stovnurin hevur ætlanir um at kanna hesar lutir. Men á Fornminnissavninum var eingin, vit kundu tosa við, sum visti nakað at siga um málið.
Tó visti fryntliga skrivstovukvinnan, at kalsoyingurin, Andras Joensen, sum er ættaður av Húsum, hevur tikið sær av ymiskum uppgávum fyri stovnin, sum hava við bátar og timbur at gera.
Vit vendu okkum tí til Andras, sum starvast á Hjálpitólamiðstøðini. Vit spurdu hann, um møguleikar eru at staðfesta nakað sum helst í slíkum føri sum hesum, har tú hevur nakrar plankar, sum drignir eru upp av havsins botni.

Tað ber til

Andras, sum hevur stóran áhuga fyri søgu og hevur lisið nógv um gomul skip og gamlar bátar, sigur, at tað saktans ber til at staðfesta rættiliga neyvt aldur, stødd og skipaslag, um tíð og orka verða brúkt til hetta.
Sjálvur hevur hann umvælt nógvar bátar, og hann hevur eisini bygt tveir bátar eftir gomlum tekningum til Kiwanis. Somuleiðis hevur Andras teknað gomlu bátarnar í bókini hjá Andras Mortensen. Í sínari tíð lærdi hann eisini skipasmíð í Klaksvík, og tað var her, áhugin fyri skipum og bátum byrjaði.
- Heilt aftur til 1880?ini og enntá longur aftur í tíðini var stór fiskiveiða á Ný Foundlands-bankunum, og tað vóru ikki minst spaniólar og portugisar, sum royndu um hesar leiðir. Teir fóru vestureftir við skonnartum og høvdu sonevndar flatbotnaðar doriu-bátar við sær. Umborð á smáu bátunum var vanliga ein maður, og fongurin varð førdur umborð á skonnartirnar. Hesin fiskiskapur minnir um fiskiskapin hjá føroyingum í Grønlandi, tá ið skip fóru vestur hagar við føroyskum bátum umborð.
Andras vísir á, at amerikansku doriurnar vóru størri enn tær sponsku og portugisisku, og við hesum bátum vóru vanliga tveir mans.

Eitt størri skip

- Eftir myndini í Sosialinum at døma, er talan um vraklutir av einum størri skipi, sum kundi verið ein av hesum skonnartum ella øðrum skipi, sum komið er um hesar leiðir.
Hann vísir á, at tað tó er ógjørligt at siga nakað ítøkiligt um lutirnar - bert við at síggja myndirnar.
- Men við at hyggja nærri at dimensjónunum og støddini á plankunum, er neyvan so torført at siga, hvussu stórt eitt slíkt skip hevur verið í tonsatali.
Hann sigur, at kunnu vraklutirnir plaserast á skipinum, ber eisini til at síggja, hvat slag av skipi, hetta hevur verið.
- Soleiðis hevði væntandi eisini borið til at staðfest, um vraklutirnir kunnu stava frá eini av teimum ensku sluppunum, sum fleiri komu til Føroya.
Andras heldur, at vórðu vraklutir sendir til kanningar í Danmark, hevði saktans borið til at fingið staðfest rættiliga neyvt, hvussu gamal viðurin er.
- Vit kunnu rokna við, at trævøksturin, sum skipið í sínari tíð er bygt úr, er eini 80-100 ára gamal. Tí ber til at staðfesta, hvussu gamalt timbrið er samanlagt og harvið eisini skipið, sum í sínari tíð endaði á havsins botni.
Eingin áheitan

Spurdur, um hann kundi hugsað sær at luttikið í einum møguligum kanningararbeiði av vraklutunum, sigur Andras, at tað hevði hann avgjørt.
- Men í løtuni havi eg rættiliga nógv at gera.
Hann sigur tó, at kom ein áheitan frá Fornminnisavninum um at verða við til hesar kanningar, hevði hann ikki borið seg undan.
Tá ið reinsiskipanin varð bygd av nýggjum í Vágsbotni, komu teir fram á nakrar skipslutir, sum lógu har undir húsunum.
- Eg var við í hesum kanningararbeiði, og vit hava gjørt onkrar fyribils niðurstøður um, hvaðani hesir lutir stava, sigur hann.
Andrass vísir á, at tær gomlu ensku sluppirnar, sum vórðu bygdar tíðliga og 1880-unum og miðskeiðis í 1880-unum, høvdu træ-og koparnaglar eins og vraklutirnir sum Ljósafelli fekk í trolið.
- Hetta var bygningshátturin tá í tíðini, og tí er ógjørligt at siga, hvaðani vraklutirnir, sum Ljósafelli fekk í trolið innanfyri Flemmish Kap, stava. Skulu vit fáa eina ábending um hetta, er neyðugt við veruligum kanningum, sigur Andras Joensen.

Okkara skylda

Í blaðnum í gjár fanst Jói Winther, sum hendan túrin var við Ljósafelli, at Fornminnissavninum, tí stovnurin ikki vísir vraklutunum størri águga.
- Tá ið vit komu aftur av túri, boðaðu vit Fornminnissavninum frá tí, vit høvdu fingið, men eg haldi ikki, teir hava víst hesum nakran serligan áhuga.
Jói helt fyri, at tað er okkara skylda mótvegis okkum sjálvum og øðrum at kanna, hvaðani eitt slíkt skip, sum í sínari tíð er gingið burtur, stavar.
- Eg hevði heilt avgjørt væntað, at onkur fór at taka sær av hesum. Men tá ið eingin áhugi er at taka hond um slíkt, er ikki hugsandi, at fólk heldur tíma at goyma tað, tey nú einaferð kunnu koma fram á ? tað veri seg á landi ella sjógvi, segði Jói Winther.