Starvið sum sóknarprestur í Leirum í Hvalba verður lýst leyst av nýggjum Tað gongur ill at fáa nýggjan hvalbiarprest.
Tá ið freistin hesaferð var úti at søkja, 10. januar var bara ein umsókn komin inn, og á felagsfundi 18. januar samtyktu kirkjuráðiðini at heita á bisp um at lýsa embætið leyst av nýggjum.
Tað er heimild í hesum, antin tá ið kirkjuráðini ikki eru nøgd við umsøkjararnar, ella umsóknirnar eru ov fáar.
Jógvan Fríðriksson, bispur sigur, at hetta er triðju ferð í nýggjari tíð í Føroyum, at eitt prestastarv er lýst leyst av nýggjum, hóast umsóknir hava verið.
Seinastu mánaðirnar hevur Bjarni Bæk fyribils verið prestur í Leirum, men nú er eingin prestur har, og hinir prestarnir í oynni røkja tænasturnar.