Vorðið sum fongur

Stuttleikafiskimaðurin Göran Billstedt var heppin, tá hann nú um dagarnar royndi við tráðu tætt við norsku oynna Sørøya.

Göran Billstedt, sum er svii, helt, at tað var ein toskur, sum var á, og hann hevði ilt við at trúgva sínum egnu eygum, tá fiskurin kom upp undir vatnskorpuna. Tað vísti seg at vera ein liri, og tá hann bleiv hongdur á vektina, fór vísarin upp á 20,5 kilo.

 

Sambært Nordic Sea Angling, sum hevurt skipað fyri fiskiferðum við Sørøya í mong ár, er hetta tann størsti lirin, sum er fingin har um vegir.

 

Men lirin hjá Göran Billstedt er ikki tann einasti metfiskurin, sum er fingin á tráðu í summar. Fyri nøkrum døgum síðani fekk ein maður ein tosk í Havøysund, sum vigaði 32 kilo. Tað er eisini met, sigur norska kringvarpið.