- Vit eru ongantíð endaðir so langt afturi!
Tað staðfestir Brandur Jacobsen, nú víkingur endaði nummar seks í landskappingini.
Hann er eitt sindur vónbrotin av kappingini og hann er eisini vónbrotin av,at víkingur ikki vann síðsta dystin ímóti TB.
Men samanumtikið hevur kappingingarárið kortini verið á einari leið, tí Víkingur vann kappingina um Løgmanssteypið.
- Men landskappingin eydnaðist ikki nóg væl og tað skal tað gerast nakað við næsta ár, sigur hann
Trýst annars á pílin undir myndina og hoyr, hvussu Brandur Jacobsen metir um støðuna í samrøðu við Hera Simonsen á Rás2.