Vónbrotið er stórt í kvøld

Hóast leikliga yvirvág taptu Føroyar 1-0 ímóti Ungarn

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Tórsvølli, og Føroyar taptu 1-0 ímóti Ungarn. Eftir besta fótbóltsliga avrikið í langa tíð er vónbrotið stórt millum føroyingarnar bæði á og uttanfyri vøllin.

Tølini siga, at hetta var eitt gott avrik. Hagtølini siga, at Føroyar høvdu bóltin 58 prosent av tíðini, og at Ungarn hevði bóltin 42 prosent av tíðini.

Føroyska liðið spældi seg til møguleikar í 1. hálvleiki, tá ið serliga Hallur Hansson royndi seg fleiri ferðir, uttan at tað eydnaðist at skora. Eftir steðgin var bólturin uppaftur meiri á føroyskum fótum, men tá eydnaðist tað ikki at vinna upplagdar møguleikar.

Føroysku spælararnir iðra seg serliga um, at tað enn eina ferð var í hornasparksstøðu, at mótstøðuliðið vann avgerandi málið. Í Belfast leygarkvøldið var tað eftir tvær deyðbóltsstøður, at mótstøðuliðið skoraði, og soleiðis var tað eisini í kvøld.

Ungarn hevði bara eitt hornaspark, og eftir tað innleggið skoraði Szalai, eftir eitt sindur av aftur og fram. Føroyska liðið tiltuskaði sær fimm hornaspørk.

At føroyingar hava trupulleikar at gera um seg frammanfyri málið hjá mótstøðuliðnum, verður undirstrikað av tølunum. Hóast føroyingarnir høvdu bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir, so vóru royndirnar færri. Ungarn hevði sjey royndir innanfyri málrammuna. Gunnar Nielsen, sum stóð seg era væl, bjargaði seks ferðir. Føroyar høvdu bara tríggjar royndir á ungverska málið, og tær vóru allar í 1. hálvleiki.

-Í dag tapti betra liðið. Hetta er fyrsta ferðin, at eg kann siga tað, síðani eg bleiv landsliðsvenjari í Føroyum, staðfesti Lars Olsen eftir dystarlok.

 

Føroyar-Ungarn 0-1 (0-1)

0-1: Ádám Szalai 21.

Dómari: Aleksei Kulbakov

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen – Sølvi Vatnhamar (Gilli Sørensen, 81.),  Brandur H. Olsen, Christian Lamhauge Holst (Kaj Leo í Bartalsstovu, 69.) – Jóan Símun Edmundsson (Arnbjørn Hansen, 76.)

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Pól Jóhannus Justinussen, Alex Mellemgaard, Rógvi Baldvinsson, Bárður Hansen, Páll Klettskarð

Gult kort: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen

Ungarn: Dénes Dibusz – József Varga, Mihály Korhut,  Roland Juhász, Tamás Kádár – Nemanja Nikolić (Fiola, 46.), Krisztián Simon, Dániel Tözsér (Kalmár, 73.) – Zoltán Gera, Ádám Szalai (Priskin, 84.), Balázs Dzsudzsák

Gult kort: Zoltán Gera

 

--------

LIÐUGT

0-1

Føroyar pressa. Tvey horna úr høgru og tvey long innkast bera spentar støður við sær, men einki spyrst burturúr.

4 minuttir lagdir aftrat.

90) 0-1

Alt bendir á, at talan aftur í kvøld verður um tap, og at Føroyar heldur ikki í kvøld fara at skora mál.

87) 0-1

Hóast greiða leikliga yvirvág - í hvussu so er um roknað verður út frá at hava bóltin - so hevur tað ikki eydnast føroyska liðnum at spæla seg til upplagdan møguleika í 2. hálvleiki.

83) 0-1

So var Ungarn í mótálopi í vinstru. Dzsudzsák royndi seg av brotsteigarsamankomingini í vinstru, men Gunnar Nielsen bjargaði.

81) 0-1

Gilli Sørensen avloysir Sølva Vatnhamar, sum fyri fyrstu ferð hevur roynt seg á landsliðnum í kvøld.

Spentastu støðurnar í ungverska brotsteiginum eru, tá ið Jónas Tór Nær roynir seg við longum innkastum.

78) 0-1

Brandur H. Olsen leggur fríspark innfyri, men Ungarn blokerar. Føroyingarnir samanspæla ferð eftir ferð við fimm, seks og sjey sendingum, men vit bíða framvegis eftir stóra og upplagda málmøguleikanum í 2. hálvleiki.

76) 0-1

Arnbjørn Hansen loysir Jóan Símun Edmundsson av.

74) 0-1

Føroyskt horna úr høgru, bólturin siglir í hitt borðið, og eftir innlegg frá Kaj Leo fluktar Jóan Símun, men málverjin bjargar.

72) 0-1

At føroyska liðið hevur hug at leypa meiri á ber møguleikar við sær í hinum endanum. Nú royndi Szalai seg úr høgru, men Gunnar Nielsen bjargaði.

70) 0-1

Kaj Leo í Bartalsstovu fellur beinanvegin væl inn í samanspælið. Enn eina ferð var tætt við føroyskt gjøgnumbrot mitt fyri, men í síðstu løtu vardi ungverska verjan fyri.

69) 0-1

Christian Lamhauge Holst fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Kaj Leo í Bartalsstovu.

66) 0-1

Kaj Leo í Bartalsstovu er á veg inn á føroyska liðið.

Hallur Hansson, sum kanska hevur verið besti føroyski spælarin higartil, er skaddur. Hann hevur verið uttanfyri, men hann er komin haltandi inn aftur á vøllin.

63) 0-1

Tað eru framvegis føroyingarnir, sum stýra spælinum, og í løtum er hugflogið stórt. Nú varð spælrt væl fram eftir miðásinum, men temjingin dygst uttanfyri brotsteigin kiksaði.

60) 0-1

Føroyar hava havt fyrsta horna í 2. hálvleiki, men einki spurdist burturúr innlegginum úr vinstru.

Hýrurin millum áskoðararnar er sera góður , og tað hoyrist.

58) 0-1

Fleiri føroyskir spælarar hita upp. Avbjóðingin er at fáa meiri ferð í borðunum. Møguleikarnir eru Gilli Sørensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Bárður Hansen.

55) 0-1

Fróði Benjarminsen hevur sæð gult fyri fríspark mitt á vøllinum.

54) 0-1

Gongdin er tann sama. Broddur restar í føroyska álopspartinum, men annars riggar samanspælið framúr væl. Hallur Hansson er sera eyðsýndur.

50) 0-1

Gongdin er tann, at føroyska liðið er nógv á bóltinum. Ungverjarnir bíða á egnari hálvu og bíða eftir møguleikanum at fara í skjót mótálop.

48) 0-1

Føroyar hava havt fyrstu vandamiklu støðuna eftir steðgin. Jóan Símun legði innfyri úr vinstru, og Brandur H. Olsen fekk akkurát ikki bent bótin upp um málverjan, sum bjargaði.

Gera hjá Ungarn hevur sæð gult.

46) 0-1

Føroyingar hava givið bóltin upp. Kenslan millum tíðindafólkini er, at hetta er møguleikin hjá færoyska liðnum at vinna stig. Tað kann gott vera, at álopsbogin verður spentur, og at tað harvið er møguleiki fyri, at tað verður størri tap, men hetta er royndina vert, eru tað fleiri, sum halda.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Síðstu løtuna hevur føroyska liðið reist seg heilt væl eftir skelkin, sum tað var, tá ið Ungarn skoraði. Tá var vandi á ferð í eina løtu, og Gunnar Nielsen bjargaði væl fleiri ferðir. Men samantalt hevur talan verið um eitt av leikliga bestu føroysku avrikunum í langa tíð.

Ungarn hevur havt eitt hornaspark, og tað fingu ungverjar mál burturúr. Hugburðurin hjá føroyingunum hevur verið góður, og tað hava eisini verið møguleikar.

-Nú áttu vit at verið frammanfyri 2-0 í staðin fyri, at vit eru aftanfyri 1-0, sigur hjálparvenjarin Jóannes Jakobsen við sjónvarpið hjá KvF.

Serliga eyðsýndir í framrættaða føroyska spælinum hava verið Brandur H. Olsen og Hallur Hansson.

 

45) 0-1

2 minuttir lagdir aftrat.

43) 0-1

So var aftur um reppið, at Hallur Hansson skoraði. Fyri triðju ferð royndi hann seg við fínum skoti. Hesa ferð var tað úr 19 metrum, og bólturin streyk omanfyri tvørtræið.

41) 0-1

Tómgongd. Ungverjarnir kennast nøgdir við hesa støðuna fram ímóti steðginum. Teir hava einki ímóti, at føroyingarnir hava bóltin.

38) 0-1

Eitt sindur undarligt kennist tað, at tað er Sonni Ragnar Nattestad, sum úr vinstru leggur fríspark fram í brortsteigin, og at hann ikki er millum teir, sum stríðast í luftkrígnum.

Stuttur steðgur, tí Fróði Benjaminsen lá lítla løtu, men hann er komin á føtur aftur.

 

36) 0-1

Nú er vent í holuni. Tað er Ungarn, sum hevur takið og er greitt spælstýrandi.

 

33) 0-1

Hallur Hanson hevur sæð gult fyri at brúka seg.

 

28) 0-1

Nú brennur á. Eftir langskot stórbjargar Gunnar Nielsen, og bara tí verjan ofrtaði seg fult og heilt eydnaðist tað at verja fyri returbóltinum.

26) 0-1

Hóast horna enn eina ferð hevur kostað Føroyum mál ímóti, so eru okkara menn ikki falnir í fátt.

 

21) 0-1: Szalai 21.

So hevur Ungarn skorað eftir horna. Gunnar Nilesen bjargaði til horna eftir fríspark, sum bara horna við sær, og enn eina ferð vísti tað seg, at deyðbóltarnir eru eymasta punktið hjá føroyingunum.

 

Atli Gregersen hevur sæð gult!

  

18) 0-0

Tað eru Føroyar, sum eru leikliga omana. Eftir uppspælt í vinstru og diagonalbólt legði Jónas Tór Næs innfyri, men Jóan Símun bara nart issan við bóltin .

15) 0-0

Eitt korter farið, og Ungarn hevur onga roynd havt ímóti málinum hjá Gunnari Nielsen.

 

12) 0-0

Nú var Hallur Hansson aftur tætt við, men bólturin varð blokeraður til innkast, tá ið hann royndi seg úr brotsteiginum og eitt sindur til høgru.

Hugburðurin hjá føroysku spælarunum er framúr.

8) 0-0

Føroysku spælararnir eru tættari í mótstøðumonnunum, enn teir vóru i Belfast leygarvøldið. Fyrstu lítlu løtuina hevur á ongan hátt verið talan um trýst á føroyska málið.

 

5) 0-0

Eftir innlegg úr vinstru royndi Hallur Hansson seg við fluktara úr 16 metrum, men málverjin refelksbjargaði til horna – tað fyrsta í kvøld. Eftir horna bríkslaði dómarin fyri ungverskum frísparki.

 

1) 0-0

 

Liðini eru farin av vøllinum eftir at hava hitað upp. Tað eru átta stig, tað er stilli, og tað er turt.

Dómarabólkurin er úr Hvítarusslandi, og dómari er Aleksei Kubakov.

Hetta er síðsti landsdysturin hjá Føroyum í ár, og hetta er fyrsta ferðin, at Ungarn vitjar í Føroyum.

 

Føroyar-Ungarn kl. 19.45

Dómari: Aleksei Kulbakov

Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas þór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen – Sølvi Vatnhamar,  Brandur H. Olsen, Christian Lamhauge Holst – Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Pól Jóhannus Justinussen, Alex Mellemgaard, Rógvi Baldvinsson, Bárður Hansen, Gilli Sørensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Páll Klettskarð, Arnbjørn Hansen

Ungarn: Dénes Dibusz – József Varga, Mihály Korhut,  Roland Juhász, Tamás Kádár – Nemanja Nikolić, Krisztián Simon, Dániel Tözsér – Zoltán Gera, Ádám Szalai, Balázs Dzsudzsák