Aftur í ár bjóðar Vesturkirkjan til kvøldgudstænastu beint undan jólum, 21. desember, stytsta dag.
Troyst og vón verða boðað, tí sorg og saknur tyngja serliga hesar dagar, og tankarnir reika.
Vit syngja kendar jólasálmar, og vit sita í kvirru. Eisini kemur Magni Christiansen at framføra nakrar sangir.
Høvi verður at skriva tankar niður ella eina bøn, sum prestur biður fyri. Eisini er høvi at tendra eitt ljós fyri einum kærum í ljóskúluna.
Andakt og altargongd verða.
Prestarnir í Vesturkirkjuni, Heri, Bergur og Derhard taka lut.
Kirkjukaffi verður aftaná.
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Prestarnir











