Vónar at fáa sjónina aftur

Eitt eygnavirus og nýtslan av vátserviettum mundu kostað Evi Tausen sjónina

Kemisku evnini í vakurleikavørum bøttu ikki um eygnavirusið hjá Countrysongkvinnuni Evi Tausen, sum í eina tíð mátti leggja mikrofonina á hillina og sjúkraflutningskoyrikortið aftur í lumman.

 

Undir eini konsert farna ár fór brádliga at renna úr eygunum á henni. Komin av palli, fór hon beint eftir bíligur First Price vátserviettunum, ið skjótt og væl kundu taka sær av niðurrunna smyrslinum. Hon hevði altíð ein pakka av vátserviettum nærindis. Nakrar mánaðir seinni fór sjónin at bila heilt illa, og nú kann hon ikki røkja sítt starv sum sjúkraflutningsførari fyri Landssjúkrahúsið. Sjálvur heldur hon, at First Price serviettarnir eiga part av skuldini.

- Eg havi brúkt vátserviettar til alt - fleiri ferðir um dagin. Bæði til mín sjálvs, at vaska smyrsl burtur av andlitinum, og til børnini. Men eg havi síðani funnið fram til á leið tíggju aðrar kvinnur, sum allar brúka hesar First Price vátserviettarnar og hava somu trupulleikar við eygunum sum eg. Vit hildu sostatt, at greiður samanhangur var millum hesar vátserviettarnar og eygnabrunan, sigur Evi Tausen.

 

Evi fór til eygnalæknan at eftirkanna eyguni, og hesin helt, at talan helst var um Adenovirus, og hesin vildi ikki geva vátserviettunum skyldina. Tó so, Evi Tausen ætlar sær ikki at nýta First Price vátserviettar aftur.

 

- Tá eg byrjaði upp á antibiotikadroparnar til eyguni, og steðgaði við at brúka vátserviettarnar frá First Price, gjørdist støðan munandi betur, og eg kundi fara til arbeiðis aftur. Tó er sjónin í vinstra eyga framvegis ekstremt niðursett, so enn kann eg ikki koyra sjúkrabilin, sigur Evi Tausen.

 

Lesið alla søguna hjá Evi Tausen, umframt viðmerkingar frá sjúkrarøktarfrøðingi og eygnalækna, í Sosialinum, ið kom í sølubúðirnar mánadagin. Les eisini um skaðiliga innihaldið í vátserviettunum, ið eru til sølu í føroyskum handlum í dag.