Vegna ov lítla undirtøku hevur nevndin í TSF, Tórshavnar Súkklufelag, í dag gjørt av at avlýsa kappingina í ár.
- Vit hava gjørt av ikki at skipa fyri árligu etapu súkklukappingini, Volvo Kring Føroyar.
TSF vísir á, at Torkil Veyhe, sum aftur í ár var favorittur at vinna kappingina, hevur givið avboð. Hann skal í næstum luttaka í Post Cup Nord.
- Vit skilja væl hansara avgerð. Avgerðin at avlýsa hevur ikki beinleiðis nakað at gera við avgerðina hjá Torkili, men er heldur, at luttøkan í ár ikki er so góð.
Nevndin í TSF harmast um støðuna og sigur, at tey, sum hava goldið, fáa teldupost og peningin afturfluttan í næstum.
Tað er Gunnar Dahl-Olsen, nevndarlimur í Tórshavnar Súkklufelag, sum úttalar seg vegna nevndina í felagnum.