Volvo avtalan undirskrivað

P/f Petur Larsen í Fuglafirði er nú alment umboð fyri Volvo lastbilar og bussar í Føroyum.

Avtala er nú undirskrivað millum Volvo Lastvogne Danmark A/S og P/f Petur Larsen í Fuglafirði, og um at fyritøkan er umboð fyri Volvo lastbilar og bussar í Føroyum.


Torbjörn Christensson, stjóri í Volvo Lastvogne Danmark A/S, sigur, at avtalan við P/f Petur Larsen er komin í lag, eftir at teir hava kannað føroyska marknaðin og hvat tænir teirra kundum best.


P/f Petur Larsen er ein familjufyritøka, sum varð sett á stovn av Peturi Larsen í 1972. Fyritøkan umboðar m.a. Baader maskinur til fiskiídnaðin. Í dag eru tað synirnir Rógvi Róin og Atli Larsen, sum reka fyritøkuna. Umframt Rógva og Atla verður Torleif Nón ein av eigarunum í nýggju lastbilafyritøkuni. Torleif hevur fleiri ára royndir sum Volvo lastbilamekanikari.


Fyrst í juli letur P/f Petur Larsen eftir ætlan upp ein nýggjan verkstað til lastbilar og bussar í Hvalvík.


m.g.