Bæði ”Car of the Year” dómsnevndin og dómsnevndin fyri ”Automotive Researchers and Journalists Conference” góvu Volkswagen flest atkvøður fyri sína framkomnu motorteknologi. Heiðurslønirnar vórðu báðar lætnar í fyri mest framkomnu teknologi 2008.
Í grundgevingunum fyri virðislønunum verður m.a. sagt at við nýggja TSI-motorkonseptinum er tað eyðnast Volkswagen at sameina beinleiðis benzininnspræning við dupulta trýstløðing saman við kompressara og turbo, soleiðis at 1,4 litra motorar geva upp til 170 hk. Talan er um sera kvikar motorar við eini toppferð upp á yvir 200 km/t.
Motorarnir eru bæði orkusparandi og umhvørvisvinarligir.
TSI-motorarnir við dupultari trýstløðing, kompressara og turbo fáast til VW Golf, Touran, og Jetta.