Vokswagen mest seldi bilur í Føroyum í ár

Higartil í ár eru seldir 97 bilar av merkinum Volkswagen í Føroyum.

Tað merkir, at týski bilaframleiðarin enn liggur á odda sum mest seldi bilur í Føroyum. Næstur honum er franski Renault við 88 bilum, meðan Toyota, sum í nógv ár hevur verið mest seldi bilur í Føroyum, er á triðja plássi.

Les eisini: 12 prosent fleiri bilar seldir higartil í ár

Listin niðanfyri vísir mest seldu bilmerkini í Føroyum teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

97

RENAULT

88

TOYOTA

77

FORD

63

NISSAN

43

MERCEDES-BENZ

33

MITSUBISHI

31

VOLVO

31

SUZUKI

27

KIA

24

Hesin listin vísir mest seldur bilmerkini í Føroyum í marsmánaði í ár:

Bilmerki

Akf.tal

VOLKSWAGEN

34

RENAULT

33

TOYOTA

27

FORD

24

NISSAN

21

SUZUKI

14

CITROEN

13

KIA

10

MERCEDES-BENZ

10

PEUGEOT

10