Um 13-tíðina í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á Kambsdali. Talan var um ein vørubil, sum var á veg millum Norðragøtu og Kambsdal.
- Tá vørubilurin var ávegis millum Varmakeldueiðið og Kambsdali, varð bilurin tikin av vindi. Bilurin fór upp á bilverjuna og omanav.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilførarin tíbetur slapp rímiliga snikkaleysur, men varð sendur til kanningar hjá lækna.
- Vørubilurin fekk nakað av skaða, og eitt nú varð botnurin karvaður upp, tá hann fór upp um bilverjuna, leggur løgreglan aftrat.