Norðlýsið sendi klagu til Løgtingsins umboðsmann, um at Vørn hevði noktað teimum innlit í eygleiðarafrágreiðingina frá Vørn. Hetta var í samband við fiskiskap á Flemish Kap. Ein myndamaður frá Norðlýsinum hevði umborð á einum fiskifari tikið myndir av fiskinum í lastini. Um 180 tons av fiski vóru fryst sum klumpar, og vóru seinni mett óegnaði sum mannaføði av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Eygleiðarar frá Vørn vóru umborð á bátunum, og Norðlýsið bað tí í hesum sambandi, um at síggja frágreiðingina hjá eygleiðarunum. Vørn noktaði at ganga hesi umsókn á møti. Grundgevingin var, at hetta eru skjøl til innanhýsis nýtslu, og tí ikki eru umfataði av lógini um alment innlit.
Fískimálaráðið, ið eisini viðgjørdi umsóknina, vísti á, at tað var týdningarmikið, at eygleiðararnir kunnu virka frítt umborð á bátunum. Fiskimálaráðið ynskir ikki, at eygleiðarar skulu koma í ta støðu, at teirra frágreiðingar verða almannakunngjørdar, meðan eygleiðararnir enn eru umborð á bátunum. Fiskimálaráðið óttast, at álitið millum Vørn, skipini og eftirlitsmyndugleika kann koma til skaða, um frágreiðingarnar verða almannakunngjørdar.
Løgtingsins umboðsmaður hevur lisið frágreiðingina frá eygleiðaranum og metir, at talan ikki er um eitt innanhýsis skjal, og at Norðlýsið tí hevur rætt til innlit í frágreiðingina í síni heild.
Løgtingsins umboðsmaður hevur tí heitt á Vørn um at taka innlitsumbønina uppaftur til viðgerðar.