Vøksturin í útlánum eitt vet lægri í 3. ársfjórðingi

Útlán til føroyskar kundar eru tilsamans økt við 1,6 mia. kr. frá september 2020 til september 2021, har helvtin er úr føroysku peningastovnunum og hin helvtin úr donskum fíggjarstovnum. Vøksturin í útlánunum er 5% hjá føroysku bankunum í september 2021 í mun til sama mánað í fjør og 8% um donsku útlánini til føroyskar kundar verða tald við. Vøksturin í útlánum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi.

Útlánini úr føroysku bankunum eru økt við 5% ella umleið 800 mió. kr. í september 2021 í mun til sama mánað árið fyri, sí mynd 1. Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi, tá hann var 5,8%. Útlánini til føroyskar kundar úr donsku peninga- og realkredittstovnunum eru økt við 22% í sama tíðarskeiði. Meginparturin av útlánunum frá donsku fíggjarstovnunum eru sethúsalán frá realkredittstovnum til føroysk húsarhald.

 

Meginparturin av vøkstrinum í útlánum frá føroysku peningastovnunum stavar frá øktum útlánum til vinnuna. Útlánsvøksturin er serliga høgur innan tænastuvinnurnar; flutnings-, handils-, gistingarhús- og matstovuvinnuna, og fastogn. Útlánini til samlaðu tænastuvinnuna eru økt við 11% í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021. Líka stórur vøkstur sæst ikki í útlánunum til framleiðsluvinnurnar í sama tíðarskeiði; vøksturin er 4%. Í almenna geiranum eru útlánini eisini økt, og tað eru serliga kommunurnar, sum toga útlánsvøksturin upp. Útlánini til kommunurnar eru økt við 17% í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021.

 

Mynd 1. Útlánsvøkstur

 

##med2##