Viviann var avgerandi í VÍF sigri (FM1)

(FM1) Hoyr dystarendan Kyndil-VÍF 18-24 (9-13) og hoyr samrøðu við Viviann Petersen, málverja hjá VÍF

VÍF er nú bert eitt stig aftanfyri oddaliðið í SMS-deildini, H71 aftaná 24-18 sigurin á Kyndli í høllini á Hálsi fyrr í dag. Vestmannakvinnur vóru á odda 13-9 í steðginum. Kyndil kom uppá 14-14, men tá tók venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen Time Out, og eftir hetta tók VÍF leiðsluna og slepti henni ikki aftur.

 

Durita C. Jojic og Liljan Djurhuus vóru toppskjúttar hjá VÍF við sjey málum hvør. Agnas Olsen skoraði seks mál, Daniella Joensen skoraði trý mál og Kathe Frederiksen eitt mál.

 

Heimaftur komna Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum. Bára K. Hansen skoraði fýra mál, Súna K. Hansen trý mál, Ásleyg Súnadóttir og Anja Eliasen tvey mál hvør, og Sólja Poulsen og Birita Mortansdóttir eitt mál hvør.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við málverjan hjá VÍF, Viviann Petersen sum var sera avgerandi við nógvum bjarginum. Viviann bjargaði eisini tveimum brotskøstum. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá Kyndli, Mariannu G. Eystberg.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H7151451232210
 VÍF6166134329
 NEISTIN6136124127
 KYNDIL6135160-254
 STJØRNAN5116122-63
 STÍF6115150-351