Vivi gjørdist hepni vinnarin

Vinnarin av jóladráttinum á Loppan.fo er funnin. Fríggjadagin 28. desember varð 42" flatskermurin burturlutaður í jóladráttinum á Loppan.fo. Millum allar skrásettu brúkararnar var tað Vivi J.J. Myllhamar úr Sandavági, ið gjørdist hepni vinnarin.

Dagin eftir handaði Benny Brockie, stjóri í sp/f Drainsoft, vinningin til eina ovurfegna Vivi í Expert í SMS. Spurd um vinningin svaraði hon, at skermurin kom heilt væl við, tí hon bert átti eitt lítið sjónvarp í íbúðini, har hon býr.


Loppan.fo varð alment tikin í nýtslu 11. desember í fjør, og manningin hjá sp/f Drainsoft, ið eigur og rekur uppboðssøluna, eru sera væl nøgdir við undirtøkuna, ið heimasíðan hevur fingið. Sp/f Drainsoft hevur síðan 1997 forritað og ment kt-loysnir, harímillum forrit, spøl og heimasíðuloysnir fyri virkir.