Vitjaði á Heiminum við Vallalíð

Danski almannamálaráðharrin kunnaði seg um umstøðurnar á heiminum

Heimið við Vallalíð hevði í gjár vitjan av danska ráðharranum í almannamálum, Annette Vilhelmsen. Á vitjanini kunnaði Annette Vilhelmsen seg um umstøðurnar á heiminum.

Leiðarin á Heiminum við Vallalíð, Ida Sørensen, greiddi ráðharranum frá virðisgrundarlagnum og ymiskum øðrum viðurskiftum á heiminum og vísti saman við dagliga leiðaranum, Halldis Joensen, Annette Vilhelmsen runt á heiminum fyri fólk við demens. 

Á myndini eru, umframt búfólk á Heiminum við Vallalíð, Annika Olsen, Almannamálaráðharri, Annette Vilhelmsen, danskur almannamálaráðharri og Sigrun Mohr, næstforkvinna í sosialu nevnd í Tórshavnar kommunu.